Afturhvarv í Sandvík páskadag

 

Í morgin, páskadag, skipar Sandvíkar Kirkja fyri einum serligum tiltaki. 

Tað verður í bygdarhúsinum Ranhøll, klokkan 14 og har fara tey at líta eitt sindur aftur í tíðima.

 

Har fara tey at vísa eina upptøku av eini gudstænastu í Sandvíkar Kirkju í 1986, har Birgitte Johannesen, sum tá var prestur, prædikaði og Birthe Nielsen er deknur.

 

Aftan á fara tey at lurta eftir einum útvarpssamrøðu, Danmarks Radio hevði við Johan Nielsen, prest og fólkatingsmann úr Sandvík,

 

Tað var journalisturin, Karl Johan Mikkelsen, sum tosaði við Johan Nielsen, har hann greiðir frá, hvussu tað var at veksa upp í Sandvík tá ið hann var óviti.