Afturhvarv á Hálsi

2. jóladag verður hondbóltsdystur leiktur í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá núverandi og fyrrverandi kyndilsleikarar fara at dystast

Seinni árini hevur veirð vanligt, at ein lítil kapping millum bestu mansliðini í Føroyum hevur veirð leikt um jóltíðir. Soleiðis verður tó ikki í ár, og fyri at besta mansliðið skal fáa eitt sindur av dystarvenjing, hevur Kyndil gjørt av at skipa fyri einum nýggjum tiltakið.


Gomlu kempurnar

Talan verður nevnliga um ein dyst, har núverandi kyndilsliðið skal leika móti fyrrverandi 1. liðsleikarum.

Millum leikararnar á hesum gamla liðið fara áskoðararnir m.a. at síggja núverandi venjarnarnar hjá Kyndli og StÍF, Sophus Dahl Christiansen og Jónleif Sólsker. Harumframt verður sjálvandi eisini høvi at síggja aðrar gamlar kempur so sum Hannis Wardum, Dia Midjord, Regin Jacobsen, Birgir Hansen, Kára Nielsen og aðrar.

Sum vera man, so eru fleiri av hesum leikarum helst farnir framvið tí, sum verður rópt besti hondbóltsaldurin, men hinvegin er lítið at ivast í, at teknikkurin framvegis man vera í lagi, og sum kunnugt, so hava royndir altíð nógv at siga í ítrótti.

Kropsliga skuldi liðið eisini verið hampuliga væl fyri, og nakrir av leikarunum eru eisini framvegis virknir í fremstu røð innan føroyskan manshondbólt, so teir ungu leikararnir skulu so avgjørt ikki vænta sær nakran lættan dyst verður sagt.


Sjón fyri søgn

Er tað soleiðis, at tú ikki veitst, hvat tú skalt gera 2. Jóladag, er bara at fara niðan í høllina. Verður farið til gongu, er samstundis møguleiki fyri at fáa eitt sindur av yvirvektini burtur aftur.

Dysturin verður leiktur sum vanligur dystur, t.v.s. 2X30 minuttir, og byrjað verður klokkan 16.30.