Afturgongdin í USA steðgað

Hóast amerikanarar framvegis missa arbeiðið, og hóast tann privata nýtslan framvegis er lítil, halda búskaparfrøðingarnir har, at afturgongdin í búskapinum er steðgað. -Tann stóra afturgongdin er av, sigur amerikanska búskaparfrøðingafelagið í einari kanning.

80 prosent av búskaparfrøðingunum halda, at vend er komin í búskapin eftir støðuga afturgongd í tólv mánaðir. Teir vænta, at vøksturin seinna hálvár í ár er 2,9 prosent, og at hann verður 2,6 prosent næsta ár.

Búskaparfrøðingarnir siga, at tann vanligi amerikanarin fær ongan ágóða av framgongdini enn. Arbeiðsloysið verður framvegis stórt og fer upp í eini 10 prosent næsta ár.