Í mai 2009 vóru 25.100 løntakarar, hetta eru 887 færri enn í mai 2008. Síðan februar hevur løntakaratalið verði støðugt. Løntakararnir eru 3,4% færri í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Í byggivinnuni vóru nærum 13% færri løntakarar í mun til mai í fjør. Innan almenna fyrisiting og tænastur annars vóru um 3,5% fleiri løntakarar, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.









