Afturgongd í Japan

Hagtøl hjá japonsku stjórnini vísa, at landsins bruttotjóðarframleiðsla er minkað tað seinasta hálva árið, og at afturgongdin eftir øllum at døma fer at standa við.

Tey seinastu hagtølini vísa, at bruttotjóðarframleiðslan minkaði 0,1 prosent í oktober-ársfjórðingi í fjør. Stjórnin sigur, at tað komst av minkandi útflutningi og minni eftirspurningi á heimamarknaðinum, men at búskapurin sum heild er á veg uppeftir. Búskaparligir viðmerkjarar geva stjórnini rætt í, at búskapurin er kvinkaður uppeftir í seinastuni, men teir leggja afturat, at framgongdin er sera svikalig, og at minstu broytingar kunnu venda gongdini.

Í fjør var vøksturin í japanska búskapinum 2,6 prosent, sum var tað mesta síðani 1996, men teir seinastu mánaðarnar er gongdin vend, skrivar Reuter.