Afturgongd í fólkatalinum á Tvøroyri

Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu er minkað við 21 fólkum seinasta árið

Seinasta árið eru Føroyar blivnar fólkaríkari. Frá 1. oktober í fjør til 30. september í ár vaks fólkatalið við 545 fólkum. Tað er vøkstur á 1,1 prosent.

Størstu kommunurnar í landinum hava havt fólkavøkstur, men fólkavøkstur sæst ikki aftur í øllum av teimum størru kommununum við fleiri enn túsund íbúgvum.

Tvøroyar kommuna misti 21 fólk netto í hesum tíðarskeiði, og tað var lutfalsliga størsta afturgongin hjá størru kommununum. Minkingin svarar til 1,2 prosent. Hetta vísur seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya. 

Afturgongd er eisini í fólkatalunum í Nes kommunu, Sunda kommunu og Sørvágs kommunu, vísur uppgerðin hjá Hagstovuni.

(Mynd: Visit Suðuroy)