Afturgogngdin hjá Vinstra heldur fram

Fyrrverandi danski stjórnarflokkurin, Venstre, stendur til at fáa einans 13 prosent av atkvøðunum veljarakanning

 

Vánalig tíðindi hjá Vinstra fyri floksins eykalandsfund um vikuskiftið.

Um val var í morgin, hevði Vinstri bara fingið 13 prosent av atkvøðunum. Tað vísir seinasta Voxmeter-kanning hjá Ritzau.

Tað er vánaligasta Voxmeter-kanning hjá flokkinum nakrantíð. Tað vil siga í 20 ár.

Kanningin kemur aftan á mikið innanhýsis rok í Vinstra.

Fyrst legði Inger Støjberg frá sær sum næstforkvinna, millum annað eftir áheitan frá Jakob Elleman-Jensen, floksformanni. Samstarvið teirra millum gekk sambært formanninum illa. Ellemann-Jensen brúkti orðið »illoyal« um Støjberg. Tað var fyri nýggjár.

1. januar boðaði fyrrverandi Vinstra-formaðurin Lars Løkke Rasmussen frá, at hann meldaði seg úr flokkinum eftir 40 ár sum limur.

Og í síðstu viku var Støjberg aftur á skránni. Tá gjørdist greitt, at ein meiriluti í Fólkatinginum fer at atkvøða fyri at seta hana fyri ein ríkisrætt – tann bert sætta í danmarkarsøguni. Tað snýr seg um málið frá 2016 um at skilja sundur ólógliga flóttapar, har annað var undir 18 ára. Ta ferðina var Støjberg ráðfrúan við ábyrgd.

Í tí meirilutanum er eisini Vinstri. Tað er tó ikki semja í tingbólkinum hjá flokkinum.

Níggju av teimum 41 tingfólkunum fara at atkvøða ímóti einum ríkisrættarmáli. Tingbólkurin kann frítt atkvøða í málinum.

Tey níggju, sum atkvøða ímóti, eru Inger Støjberg, Thomas Danielsen, Preben Bank Henriksen, Hans Christian Schmidt, Mads Fuglede, Peter Juel-Jensen, Britt Bager, Kristian Phil Lorentzen og Michael Aastrup Jensen.

Inger Støjberg dulgi ikki, hvussu vónsvikin hon var í síðstu viku. Sambært henni var tað størsta misálit, hon kundi fáa frá starvsfeløgunum í Fólkatinginum. Og frá sínum egna floksformanni, legði hon afturat. Støjberg segði harumframt, at hon framvegis umhugsar framtíð sína í flokkinum.

Danski Fólkaflokkurin og Nýggju Borgarligu hava alment fríggjað til Støjberg. Teir báðir flokkarnir atkvøða ímóti ríkisrættarmáli.

Meðan tað gongur illa hjá Vinstra, so gongur betri hjá teimum Konservativu, sum í kanningini standa til at fáa 10,9 prosent av atkvøðunum. Tað er størsta undirtøka hjá teimum Konservativu í 10 ár.

Hinvegin er vert at viðmerkja, at Javnaðarflokkurin, SF og Eindarlistin megna einsamallir reyðan meiriluta. Altso uttan tey Radikalu.

Kanningin hjá Voxmeter er gjørdi við 1.035 telefonsamrøðum av umboðandi útvaldum persónum 18 ár og eldri. Frá 11. januar til 17. januar.

Mesta óvissan fyri einstøku flokkarnar er upp á umleið +/- 2,9 prosentstig. Í mun til Vinstra merkir tað eina statistiska óvissu upp á +/- 2,0 prosentstig.

Á fólkatingsvalinum í 2019 fekk Vinstri 23,4 prosent av atkvøðunum. Stutt eftir valið var ein ógvuslig formansuppgerð, sum endaði við at Lars Løkke Rasmussen legði frá sær. Tað sama gjørdi næstformaðurin Kristian Jensen.

Sunnudagin skal Vinstri á eykalandsfundi velja nýggjan næstformann. Higartil er Stephanie Lose einasta valevni. Hon er forkvinna fyri Region Syddanmark og forkvinna fyri Region Danmark.

/ritzau/