Afturfunnin í øllum góðum

Drongurin, sum tey hava leitað eftir, hevur tað gott

Á miðdegi í dag lýsti løgreglan eftir einum 12 ára gomlum dreingi sum seinast varð sæddur í Norðragøtu á náttúrða í gjárkvøldið.  Løgreglan sigur beint nú, at drongurin er afturfunnin í øllum góðum. Hann er komin aftur íaftur í Leirvík, og hann hevur tað gott. Annars vóru fólk í ferð við at gera seg til reiðar at leita og løgreglan hevði eisini fyrireikað seg, men nú er alt avblást tí hann er komin afturíaftur.