Afturelding tapti aftaná longda leiktíð

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni var fimm sekund frá einum hálvfinalusigri

Tað verður bara ein føroyingur at síggja í íslendsku steypafinaluni í manshondbólti.

 

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni tapti steypahálvfinaluna móti Fram aftaná longda leiktíð.

 

Tá bert fimm sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Fram til støðuna 30-30, og tryggjaði sær longda leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini var Fram omaná, og liðið úr Reykjavík vann at enda 36-33.

 

Leygardagin klokkan 16 spæla Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni steypafinalu móti Fram.