Afturbering til filmsvinnu staðfestast við lóg

Tvær nýggjar føroyskar spennings-sendirøðir hjá Tórfinni Jákupsson eru á veg

 

Her hevur Torfinnur Jákupsson, næstytst til høgru, fingið virðisløn á festivali í Monte Carlo

Tórfinnur Jákupsson, filmshøvundur og maðurin handan Trom røðina, hevur nógv jørn í eldinum og gongst sum ætlað, verður ein nýggj, føroysk sendirøð at síggja seint í 2024, ella í 2025. Hesum greiðir hann frá í samrøðu í Sosialinum.

Hann hevur í dag eina áheitan á politisku valevnini undan løgtingsvalinum hósdagin. 

– Afturberingarskipanin til føroyskar filmsverkætlanir eigur at umskipast, so henda ikki er treytað av hvørjari árligari fíggjarlóg ella eini eykajáttan til hvørja einstaka verkætlan, ella tí, sum situr við valdið.

– Hon eigur at verða staðfest við lóg, fyri at filmsvinnan kann fáa tryggar og fastar karmar at virka undir og at menna seg skjótari og í størri mun. Tað er sum við at byggja skip. Loftið á afturberingarskipanini eigur somuleiðis at takast av ella at lyftast nógv hægri, heldur Tórfinnur Jákupsson. 

– Eingin váði er í afturbering av útreiðslum, sum longu eru gjørdar, og sum eisini eru nógv størri í vavi. Hetta kann veruliga gera mun – ikki minst fyri stóru verkætlanirnar, sigur Tórfinnur Jákupsson.

 

 

Her hevur Torfinnur Jákupsson, næstytst til høgru, fingið virðisløn á festivali í Monte Carlo