Ein maður var í morgun skotin av løgregluni uttan fyri eina løgreglustøð norðaliga í París. Maðurin royndi at bróta inn á støðina, vápnaður við knívi. Onkur vitni vilja vera við, at maðurin eisini bar ein sjálvmorðsvest.
Vitni siga, at tvey, trý skot vóru skotin móti manninum, sum rópti Allah er stórur, tá hann leyp á løgreglustøðina.
Dagurin í dag, 7. januar, er ársdagurin fyri álopið móti fronsku keiputekningarblaðnum Charlie Hebdo. 12 fólk lótu lív, tá tveir yvirgangsmenn lupu á skrivstovuna hjá blaðnum.











