Aftur verður lagt á Suðuroyarleiðina!

Fyri stuttum samtykti Løgtingið at undirsjóvartunnil skal gerast til Sandoynna og at tað umframt verandi vegasamband inn á Skálafjørðin eisini skal gerast undirsjóvartunnil úr Suðurstreymoy inn á Skálafjørðin, soleiðis at ferðatíðin til norðara parta av landinum kann styttast.

 

Taki undir við at føroyska infrakervið verður útbygt og dagført.
Skilji eisini væl, at øll økir í landinum ynskja so gott samband við meginøkið sum tilber. Tað er jú høgligt at kunna sleppa skjótt og greitt til og frá Havnini, ella eitt rend vestur í Vágar. Hugnaligt at koyra eftir breiðum vegum, gjøgnum víðar tunnlar gjøgnum berg og undir firðir og sund, og ikki minst at kunna fara júst tá tú hevur hug, uttan at hugsa um annað enn teg sjálvan og tín bil.

 

Men eg skilji als ikki okkara landspolitikkarar, landsstýrisfólkini og samgonguna.
- Stuðla hesi veruliga, at Suðuroyarleiðin fær so út av lagi vánaliga raðfesting?
- Stuðla hesi, at túratalið hjá Smyrli skal skerjast enn einaferð av hesari samgonguni?
- Stuðla hesi, at títtleikin um Suðuroyarfjørð er á sama støðið um fyri 100 árum síðani?
Nú tað aftur verður lagt eftir Suðuroyarleiðini, so haldi eg, at suðuroyingar um ikki annað hava krav uppá, at allir flokkar á Løgtingið, landsstýrisfólk og løgmaður siga sína hugsan um ætlaða skerjingina av túratalinum hjá Smyrli.
 

Spurningur til allar flokkar á Løgtingið
Taka flokkarnir á Løgtingi undir við at túratalið hjá Smyrli verður skert?
Hvør er hugsanin hjá landsstýrisfólkunum og løgmanni, sum eru úr Suðuroynni ella hava sterkt tilknýtið til Suðuroynna?
Tekur Johan Dahl, Fámjin, landsstýrismaður við Vinnumálum (sum umsitir Strandfaraskip Landsins) undir við at túratalið hjá Smyrli verður skert?
Taka landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard, Akrar, og Annika Olsen, (úr Vági, nú Havn) undir við at túratalið hjá Smyrli verður skert?
Tekur Kaj Leo H. Johannesen, løgmaður (giftur við kvinnu, sum er ættað úr Suðuroy), undir við at túratalið hjá Smyrli verður skert?

Suðuroyingar bíða spentir eftir svari.