Í Norðurírlandi hava fólk aftur fingið vónir um frið, eftir at tann víðgongdi protestantiski felagskapurin Ulster Defence Association er gingin við til at steðga sínum virksemi, samstundis sum felagsskapurin hevur boðað frá, at hann væntandi fer at lata vápnini frá sær.
UDA hevur verið mettur sum tann mest víðgongdi felagsskapurin á tí protestantiska vonginum, og myndugleikarnir halda, at felagsskapurin hevur beint fyri minst 400 mótstøðufólkum. Tey seinastu árini hevur UDA ikki bara fingist við harðskap, men hevur eisini verið uppi í handli við rúsevnum, og tí ivast nógvir norðurírar í, at álvari er í tilboðnum frá UDA um at binda frið. Katólski flokkurin SDLP hevur eisini gjørt greitt, at hann tekur ikki orðini í álvara, fyrr enn UDA hevur víst í verki, at hann meinar tað, hann sigur, skrivar Reuter úr Belfast.
Ulster Defence Assoctation hevur gjørt greitt, at felagsskapurin fer ikki at lata vápnini frá sær, fyrr enn IRA ger tað sama. Leiðslan í IRA hevur fleiri ferðir sagt seg vera sinnaða at taka tað stigið, men enn er einki hent.