Nógv av teimum, sum sluppu livandi frá yvirgangsatsóknini á oynni Utøya, eru aftur á oynni í dag. Sálarfrøðingar hava sagt, at tað er umráðandi, at tey, sum sluppu við lívinum, koma aftur á staðið, har Anders Behring Breivik framdi sína illgerð tann 22. juli.
-Vit kunnu aftur fáa váttan fyri, at oyggin er vøkur, og vit kunnu endurvekja minnini frá tíðini undan hópdrápinum, sigur ein av teimum ungu við Aftanposten.
Í morgin verður skipað fyri einum stórum minningartiltaki í Oslo, og millum gestirnar eru norska kongshúsið, stjórnin, politikarar, bjargingarfólk, avvarandi og tey, sum sluppu frá atsóknunum við lívinum. Úr Danmark luttaka Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og Fríðrikur krúnprinsur. Røðarar eru Haraldur kongur og Jens Stoltenberg, forsætisráðharri.