Aftur úr Irmingerhavinum

Frystitrolararnir Ran og Akraberg, sum hava roynt eftir kongafiski vesturi í Irmingerhavinum, eru nú á veg heim.

Ran hevur 300 tons. Teir hava 200 tons av skráskornum og 100 tons av høvdum. Hetta er tann fyrsta royndin at selja kongafiskahøvd, sum eftir ætlanini fara til ein nýggjan marknað. Ran kemur á Kollafjørð í kvøld og skal landa har týsmorgunin.

 

Akraberg, sum hevur 230 tons av skráskornum, kemur á Fuglafjørð í dag. 

 

Føroysk skip hava loyvi at fiska 1.346 tons av kongafiski í Irmingerhavinum í ár. Tað varar til 6,73 prosent av heildarkvotuni. Trolararnir kundu byrja fiskiskap tann 10. mai. Ta fyrstu tíðina var lítið at fáa, men í seinastuni hevur ligið betri fyri.