Tjóðskaparfylkingin fyri Demokratii, sum er flokkurin hjá Aung San Suu Kyi, kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann fer nú aftur á tann politiska pallin í Burma.
Suu Kyi segði við BBC í gjár, at meirilutin av limunum í flokkinum eru fyri, at flokkurin skal skráseta seg sum ein vanligur politiskur flokkur og sostatt fara í tað politiska umhvørvið.
Tjóðskaparfylkingin fyri Demokratii sýtti fyri at taka lut í valinum í Burma í fjør, tí myndugleikarnir vildu ikki lata Aung San Suu Kyi sleppa úr húsavarðhalinum.