Aftur trupulleikar við Shefa

Trupulleikar hava við Shefa síðani fyri nýggjár, og greitt er, at neyðugt verður við kaðalskipið at umvæla kaðalin, sum helst er í lagi aftur um eina viku ella so.

Trupulleikar hava javnan verið við, at serliga skeljatrolarar dreggja seg fastar í Shefa-kaðalin. Hetta hevur í fleiri umførum ført til, at trolararnir hava kvett Shefa-kaðalin av, fyri at sleppa leysir aftur. Um tað er støðan beint nú, er ikki greitt enn.

 

Hoyrið samrøðu, sum Rás2 gjørdi við Páll Vesturbúð um skaðan á Shefa-kaðalin við at trýsta á pílin undir myndini