Aftur trupulleikar við Dreamliner

Tey bæði størstu flogfeløgini í Japan, All Nippon Airways og Japan Airlines, hevur sett síni flogfør av slagnum Dreamliner, eftir at eitt flogfar av hesum slagnum noyddist at neyðlenda í nátt. Flogfarið fór úr einum býi har vesturi í landinum og skuldi til Tokyo, men tá tað hevði flogið í eitt korter, noyddist tað at neyðlenda, tí roykur var í flogfarinum.

All Nippon Airways, sum var tað fyrsta flogfelagið, ið tók Dreamliner-flogfør í brúk, sigur, tólini í stýrihúsinum boðaðu frá, at roykur var í fremra parti av flogfarinum, og tí valdi flogskiparin at neyðlenda.

129 ferðafólk vóru í flogfarinum. Manningin taldi átta. Eingin teirra fekk nakað mein av neyðlendingini.

All Nippon Airways hevur 17 Dreamliner-flogfør, og Japan Airlines hevur sjey. Bæði feløgini hava sett flogførini, og tey fara ikki aftur í flúgving, fyrr enn tey eru kannað.

Tað er amerikanska Boeing-verksmiðjan, sum ger Dreamliner-flogførini. Amerikonsk flogfeløg hava eisini havt trupulleikar við flogførunum.