Aftur tríggir døglingar í Hvalba í dag

Teir verða býttir sum vanligt, siga grindaformenninir

Myndina tók Poul Laust Christiansen

Sunnudagin svumu tríggir døglingar seg fastar í mølini í Hvalba - og aftur í dag liggja tríggir døglingar fastir í mølini. Hvalbingar hava fingið lívið av teimum og grindaformenninir siga, at teir verða býttir sum vanligt, Tað merkir, at teir verða býttir ímillum tey, sum búgva í Hvalba og í Sandvík 

 

Myndina tók Poul Laust Christiansen