Ein ungur maður varð í Føroya Rætti mánadagin dømdur treytaðan dóm fyri harðskap.
Tað vóru góðu viðurskiftini hjá unga manninum, sum fekk dómaran at síggja við blíðum eygum at málinum.
Tað var annars 9. februar í ár, at ungi maðurin var í Valhøll til hølini lótu aftur. Ungi maðurin var ógvuliga fullur, fekk málda eina promillu á 2,38. Longu uttan fyri Valhøll langaði hann einum øðrum nevan í andlitið.
Politiið var beint við, og annar politisturin tók í bringuna á illa manninum, og hesin gjørdi ikki vandari enn at smekka til politistin. Politisturin varð raktur í andlitið, men hann merkti ikki slagið sum serliga hart, segði hann.
Ákærin kravdi tveir mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, men dómarin helt, at tala skuldi vera um 40 dagar treytaða fongsulsrevsing við eini royndartíð á tvey ár.