Aftur tómligt í býnum í nátt

Tað hevur verið rættiliga friðarligt - men ikki heilt

 

 

Heldur ikki í nátt hevur verið nevnivert av fólki í býnum. Um tað er korona, sum fær fólk at setast aftur, er ósagt, men løgreglan sigur, at niðurstøðan er í hvussu so er tann, at tað hevur verið nógv færri fólk í býnum.

 

Annars komu nýggju tilmælini í gildið á midnátt. Tey sært tú á talvuni niðanfyri og í løtuni verða so nógv smittað um dagin, at vit eru á stigi 2.

 

##med2##

 

Heilt friðarligt hevur tað kortini ikki verið, tí samstundis sigur løgreglan, at tey hava tikið tríggjar rúsaðar bilførarar. Ein varð tikin við kenning í Eysturoy og ein varð eisini tikin í Eysturoy fyri at vera ávirkaður av rúsevnum.

 

Somuleiðis varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyrav við kenning. Men hann hevði heldur einki koyrikort, tí tað hevði hann longu mist frammanundan.