Aftur tjóvarí í úthúsi

Hesaferð er tað í Miðvági, at onkur hevur verið inni í einum úthúsi og hevur stolið rúsdrekka.

Seinastu tíðina hevur løgreglan javnan havt við mál at gera, sum snúgva seg um tjóvarí.

 

Nakrar av hendingunum hava verið í høvuðsstaðarøkinum, men fleiri hendingar hava eisini verið kring um landið.

 

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan aftur eina slíka fráboðan um tjóvarí, hesaferð úr Miðvági.

 

Sum skilst, er talan um eina hending, sum helst er farin fram seinasta dag á árinum.

 

- Í hesum førinum er stolið úr einum úthúsi í Miðvági, og tað er enn einaferð rúsdrekka, sum tjóvarnir hava verið úti eftir.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at øl, sider og annað rúsdrekka er horvið úr úthúsinum í Miðvági.

 

- Enn er eingin skuldsettur, men vit arbeiða við málinum, varð lagt aftrat, tá vit høvdu vaktleiðaran í telefonini í morgun.