Ísland, Bretland og Niðurlond fara nú at gera enn eina roynd at loysa ósemjuna um Icesave. Franska tíðindastovan AFP skrivar við einum ónevndum íslendskum embætismanni sum keldu, at umboð fyri tey trý londini skulu hava fund um málið innan nakrar vikur.
Sambært embætismanninum verður fundurin síðst í august ella fyrst í september. Fyri einum góðum mánað síðani viðgjørdu umboð fyri londini Icesave-málið á fundi í Reykjavík.
Ætlanin er at fáa eina semju um Icesave-skuldina, so málið ikki skal órógva samráðingarnar um íslendskan limaskap í ES.