Aftur til samráðingar

Klokkan 10 í morgun møttu Starvsmannafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum á fundi við semingsmenninar

Mikudagin var ovboðið á Landssjúkrahúsinum. Tá vóru rúgvurnar av skitnum klæðum og burturkasti vorðnar so stórar, at leiðslan helt tað vera óforsvarligt at lata standa til.
Samstundis fyltist sjúkrahúsið fyri hvønn dag við viðgjørdum sjúklingum, sum portørarnir ikki vildu flyta heim.
Boðini um støðuna fóru til Heilusmálaráði og til lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum, og Fíggjarmálaráðið vendi sær beinanvegin til teir báðar semingsmenninar Jógvan Amonsson og Alfred Petersen og bað teir um at gera eina nýggja semingsroynd.
Áðrenn semingsmenninir kallaðu partarnar inn, høvdu teir fund við partarnar.
- Vit halda nú møguleikar vera fyri at loysa ósemjuna, segði Jógvan Amonsson við Sosialin, áðrenn hann fór á fundin klokkan 10 í dag.

Treytað avlýsing
Av tí at støðan á Landssjúkrahúsinum varð so ørkymlandi, heitti Fíggjarmálaráðið á portørarnar og Starvsmannafelagið um at avlýsa verkfallið, og tað játtaði Starvsmannafelagið bæði fyri at rætta hondina út og í ásannanini av, tað ikki bar til í longdini við óhumskuni á Landssjúkrahúsinum.
Verkfallið varð sostatt avlýst klokkan 10 í morgun, men treytin fyri at avlýsa tað fullkomiliga var, at semingsroyndin gevur úrslit. Eydnast semingsroyndin ikki, verður verkafllið avlýst.
Ikki bar til í dag at fáa nakra viðmerking frá Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, tí semingsmenninir hava givið sáttmálapørtunum munnkurv.