Aftur til New York

Gongst eftir ætlan, fara tríggjar av føroysku modellunum aftur til New York um knappan mánað

Fyri stuttum vóru tær tríggjar, Gunnvá Patursson, Malan í Jákupsstovu Magnussen og Óluvá Johannessen, í New York, har tær saman við átta øðrum føroyskum gentum luttóku í stórari altjóða modellkapping.


Stór broyting

Nú stendur teimum trimum í boði at fara aftur til New York, men hesu ferð verður steðgurin nakað longri, og talan verður ikki um nakra kapping.

Nei, tær tríggjar skulu í tríggjar mánaðir royna seg hjá ávíkavist Elite

Models og Click Models, og er hetta fyrsta úrslitið av luttøku teirra í MAAI.

Tað er sjálvandi íslendska Kolla, sum stendur aftan fyri tær tríggjar, og hon dylir ikki fyri, at hon er ógvuliga spent um, hvussu ferðin hjá teimum trimum fer at hepnast.

- Serliga eri eg spent uppá, hvussu tær tríggjar takla tíðina har yviri, og ikki minst, hvussu tær megna yvirgongdina frá lítla heimliga dunnugarðinum til heimsins størsta súrepli, sigur Kolla.

Samstundis greiður Kolla frá, at hetta eisini er forsmakkur hjá gentunum uppá, hvussu tilveran verður, um tær skulu skapa sær eina framtíð innan mótaheimin. - Talan er fyrst og fremst um hart arbeiði, so glansibíløtini, sum mong hava av hesi tilveruni, eru rættuliga veruleikafjar, sigur Kolla. Hon leggur afturat, at tá tey seinast vóru í New York, vóru føroysku genturnar 11 í tali, men at tær tríggjar nú mugu royna seg á egnum beinum.

Óluvá og Gunnvá skulu arbeiða saman hjá Elite, meðan Malan verður hjá Click, men tær fáa tó høvi at síggja hvørja aðra, tí arbeiðsplássini liggja tætt við hvørt annað.


Long tíð

Spurd um tað ikki er við øgiligum spenningi, at hon nú fer aftur til New York, svarar Gunnvá, at tað er tað sjálvsagt, men hon dylir kortini ikki fyri, at tríggir mánaðir er long tíð.

- Her verður tað einki við at leingjast heim eftir mammu, tá einir tíggju dagar eru farnir, men í so máta er tað í øllum førum gott, at vit eru tríggjar, sum fara avstað, heldur hon fyri.

Annars leggur hon dent á, at hon er sera glað um tann stuðul, sum hon hevur fingið heimanífrá, at bæði mamman og pápin gleða seg hennara vegna. Drongurin er tó kanska eitt sindur hugtungur, heldur hon við einum sorgblídnum smíli, og hyggur yvir á Finn Hansson, sum drongurin eitur.

Sum nevnt, so gongur leiðin til New York um knappan mánað, um alt gongur eftir vild, men fyri fyrst fáa tey bæði møguleika at hugna sær eitt sindur saman. Fríggjadagin fara tey til Íslands, har tey verða komandi vikurnar, áðrenn nýggja starv hennara fyri fyrst skilir tey at í eina tíð.