Aftur til gongu eftir varðagøtum í Suðuroynni

At ganga allan teinin úr Sandvík og líka suður til Sumbiar/Akraberg, er longri teinur, og kann tykjast sera drúgvur. Í kilometrum bleiv hann í fjør fyri tey 16-17 fólkini, sum fullførdu, júst 42,3km.

Hóast mjørka, sirm og til tíðir regn, so hildu hesi fólk á at ganga og komu á mál umkring 14 tímar eftir at farið varð til gongur úr Sandvík. Hóast tað bleiv til 14 tímar, so kundi túrurin lættliga verði nakað styttri, tí at fleiri longri steðgir vóru.

Nú verður so fyrireika at ganga teinin eftir varðagøtunum aftur í ár úr Sandvík til Akraberg.

Gingið verður í einum, við smáum støðgum í eitt nú Trongisvági, Fámjin og Vági.

Túrurin verður, um viðrar, leygardagin 19. juni.

Bilur fylgir við á degnum, soleiðis at lætt verður hjá luttakarunum, at koma av við viðføri, ella koma til viðføri um tørvur er á tí. Eisini fast vatn og frukt á túrinum, siga fyrireikararnir.