Fyrrapartin fara teir fýra flokkarnir, ið samráðast um nýggja samgongur, at hittast aftur.
Sum skilst fara flokkarnir fyrst einsæris at viðgera tey punktini, sum teir ymisku bólkarnir hava arbeitt við, eru komnir fram til.
Formenninir í teimum fýra flokkunum Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum skulu síðani hittast eftir døgurða at viðgera úrslitini frá arbeiðinum í morgun.
Eftir tí sum løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen ætlar, verður miðað eftir at fáa eitt samgonguskjal skrivað í morgin ella mikudagin.