Aftur til 80'ini

Ljóðbrot á Rás 2: Samgongan pyntar um fíggjarlógina við at leggja útreiðslurnar í almennar grunnar í staðin, sum í 80'unum, sigur Bárður Nielsen.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil vera við, at samgongan lumpar við tølunum á fíggjarlógini.

 

Hann sigur, at longu í minnilutaálitinum frá fíggjarnevndini gjørdi andstøðan vart við, at fleiri lógarbundnar útreiðslur ikki vóru tiknar við í fíggjarlógaruppskotinum frá Fíggjarmálaráðnum.

- Vit gjørdu vart við, at man beinleiðis fjaldi útreiðslur á fíggjarlógini fyri at fyrigykla fólki og sær sjálvur, at hesin ovurhonds stóri útreiðsluvøksturin, har man oysir av landskassanum og almennum grunnum annars, at hann skal fjalast, so at tað sær út til, at man ikki økir útreiðslurnar alt ov nógv, segði Bárður á Steig Nielsen við Rás 2 í dag.

 

Hann sigur, at tískil vita vit longu nú, at tað koma fleiri eykajáttanir næsta ár, játtanir, sum andstøðan heldur kundi verið á fíggjarlógini longu nú.

- Tað er eingin ivi um, at tey hava sett sær eitt mál, serliga tann liberali flokkurin í samgonguni, vil hava, at útreiðsluvøksturin er rímiliga lágur. Tráanin eftir at vísa, at tað ber til, ger, at man fyrst leggur nakrar milliónir út til kommunurnar at gjalda, man leggur ein stóran part av pensjónsgjaldinum, bæði nú og í framtíðini út til Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin at gjalda og so víðari, sigur Bárður Nielsen.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta minnir hann nógv um 80’ini og 90’ini, tá stórir partar av landsing fíggjarhaldið bleiv lagt uttan fyri fíggjarlógini.

- Tað, sum er verri er, at vit tí kemur ein eyka útreiðsla, sum verður løgd í ein almennan grunn, heldur enn at standa á fíggjarlógini. So sær fíggjarlógin tað betri út, men veruleikin er tann, at tað almenna brúkar líka nógvar pengar, tí tað er sami skattgjaldari, sum í síðsta enda rindar, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum.