Burtursæð frá 5-1 stórtapinum í øðrum umfari í Sarpugerði hevur B68 vunnið allar dystirnar. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur tað verið á heimavølli, og hesir sigrarnir eru allir vunnir við einum máli.
Í kvøld var Giza Hoyvík gestur á Svangaskarði, og úrslitið var, at B68 vann 3-2. Úrslitið ber við sær, at B68 er á triðja plássi við tólv stigum – eitt færri enn KÍ og NSÍ.
Hálvleiksstøðan var 2-1.
Niklas Joensen setti hol á, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, og fýra minuttir seinni Tór av Skarði. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdi Giza Hoyvík sjálvmál.
Átta minuttir eftir steðgin økti Sveinur Justinussen um heimaleiðsluna til 3-1. Giza Hoyvík minkaði um munin til 3-2 í síðsta minutti.
5. umfar
KÍ - B71 4-1
Víkingur - NSÍ 1-2
B68 - Giza Hoyvík 3-2
Skála - ÍF 1-4
HB - Suðringar 6-1
KÍ | 5 | 4 | 1 | 0 | 19 | 5 | 13 |
NSÍ | 5 | 4 | 1 | 0 | 13 | 7 | 13 |
B68 | 5 | 4 | 0 | 1 | 16 | 9 | 12 |
ÍF | 5 | 3 | 1 | 1 | 15 | 7 | 10 |
Víkingur | 5 | 3 | 0 | 2 | 11 | 10 | 9 |
HB | 5 | 2 | 0 | 3 | 9 | 6 | 6 |
Skála | 5 | 1 | 0 | 4 | 8 | 11 | 3 |
B71 | 5 | 1 | 0 | 4 | 7 | 13 | 3 |
Giza Hoyvík | 5 | 0 | 2 | 3 | 5 | 9 | 2 |
Suðringar | 5 | 0 | 1 | 4 | 2 | 28 | 1 |