Aftur tap til Holte

Bárður og teir í Holte máttu aftur hesaferð leggja rygg til eitt tap. Tað byrjaði annars væl, men so kom fjáltur á, og feilirnir, sum stóðust av tí, kostaðu ov nógv

Flogbóltur

Fyri Bárð B. Mikkelsen og teir í Holte hevur tað ikki gingið nakað serligt í seinastuni, og sunnudagin taptu teir so aftur, hesaferð móti DHG Odense á heimavølli.
Tað byrjaði annars »eftir ætlan« við, at Holte vann fyrsta sett 25-19, og spælið hjá Holte minti um tað, teir fyrr hava víst. Men so fór at ganga hinvegin. DHG vann trý tey næstu settini 25-22, 25-22 og 25-20, og so var liðugt hjá Holte.
Sum sagt byrjaði Holte væl, men tá so DHG so líðandi fekk sítt besta spæl fram, kom fjáltur á holtemenninar, og tað førdi til nógvar feilir.
Bárður sigur sjálvur, at venjingin síðstu vikurnar hevur verið góð, og at teir hava tosa nógv saman um tingini.
- Men vit hava ikki verið nóg góðir til at føra tað víðari til dystirnar, og tað er tað sum er galdandi, annars kann tað vera líkamikið, sigur Bárður B. Mikkelsen.
Leygardagin skal Holte so á vitjan hjá Gentofte Volley. Gentofte hevur heldur ikki vunnið higartil í endaspælinum, so Bárður og teir hava góðar vónir til tann dystin. Teir hava enn møguleika fyri at koma í hálvfinalurnar, men so má vánaliga gongdin vendast - jú fyrr jú betur.