Tað gongur framvegis ikki eftir vild hjá Ajax Keypmannahavn. Í kvøld taptu Heini Hanusarson og liðfelagarnir í Ajax 20-25 ímóti AaB Håndbold úr Aalborg á heimavølli í Bavnehøj-høllini í Keypmannahavn. Hálvleiksstøðan var 15-11 til AaB. Heini Hanusarson var tó eyðsýndur í dystinum. Hann skoraði fimm mál, og fekk eisini eina tveir minuttirs útvísing í dystinum. Men aftaná tríggjar dystir hava Heini Hanusarson og liðfelagarnir framvegis einki stig. Sunnudagin spælir Ajax á útivølli ímóti Bjerringbro.