Aftur út í heim at døma

Føroysku altjóða dómararnir í hondbólti, Eyðun Lindenskov Samuelsen og Andreas Falkvard Hansen, hava fingið enn eina altjóða uppgávu.

 

25. mars skulu teir døma ein undandyst millum heimaliðið Ísland og Sveis í Vodafone Hall í Hliðarendi.

 

Tað boðar Hondbóltssambandið frá.