Streymurin er burtur í Leynum og á Skælingi. Av SEV siga tey, at teir í løtuni eru í ferð við at umvæla eitt brek á einum kaðali, og tí veitir ein eykamotorur streym til Leynar og Skæling. Hesin eykamotorurin er nú brádliga slóknaður, men teir vænta, at hann er í gongd aftur hvørja løtu.
Brekið á kaðalin kom í ringa veðrinum, ið var fyrr í mánaðinum.










