Okkurt bendir á, at enn eitt stríð um markið millum Kanada og Grønland er á veg. Tey seinastu árini hava kanadisku myndugleikarnir kannað havbotnin einar 150 fjórðingar eystur úr Ný Funnalandi og Labrador.
Úrslitið av kanningunum skal latast ST innan 2013 og er ætlað at prógva, hvussu stórur partur av havbotninum má metast sum kanadiskur, sigur KNR.
Grønlendska kringvarpið sigu, at fer Kanada at krevja ræðisrætt uttan fyri verandi markið, fer Grønland at mótmæla. Mótmæli kemur væntandi eisini úr Fraklandi, sum eigur tvær smáar oyggjar har á leiðini. Kanada og Grønland/Danmark eru frammanundan ósamd um Hans Ø.