Tað var svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, sum fekk øði í danskar politikarar og aðrar danir, sum fegnir vilja hava kjarnorkuverkið hinumegin Oyrasund stongt sum skjótast.
Í einari samrøðu við danska sjónvarpið TV2 mikudagin segði Gøran Persson, sum býr í Malmø, at hann ætlar sær ikki at sita kaldur, bara tí Barsebæck verður stongt. Forsætisráðharrin legði afturat, at verkið verður ikki stongt, fyrr enn sviar hava fingið aðra orkukeldu ístaðin fyri kjarnorkuverkið.
Orðini hava fingið øði í danskar politikarar. Lars Løkke Rasmussen, innanríkisráðharri sigur seg vera skelkaðan av orðunum hjá Gøran Persson, og ráðharrin vissar danir um, at stjórnin fer framvegis at leggja trýst á svensku stjórnina í hesum málinum.
-Tað hevur størri týdning, at vit her á Keypmannahavnarleiðini kenna okkum trygg, enn at svenski forsætisráðharrin situr heitur á jólum, sigur Lars Løkke Rasmussen.