Aftur stríð millum Sjúrð og Høgna

Nú er aftur galið millum báðar tjóðveldismenninar Sjúrð Skaale og Høgna Hoydal.

Og stríðið snýr seg aftur um stjórnarskipanaruppskotið.

Í lesarabrævi í Sosialinum í dag finst Sjúrður Skaale at sínum formanni fyri at siga hálvar sannleikar.

-Høgni Hoydal ber í grein í dag fólki hálvar sannleikar. Hálvir sannleikar eru tíverri ofta eisini hálvar lygnir.

I greinini, sum Sjúrður Skaale sipar til, skrivar Høgni Hoydal, at stjórnarskipanarnevndin hevur brotið eina semju og hevur givið eftir fyri donskum trýsti.

Formaðurin vísir á nýggju orðinginar í uppskotinum:

?Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk (...)?

Men Høgni Hoydal fer ov lætt um sannleikan:

- Høgni endurgevur bara helvtina av tí nýggja setninginum, sum er komin inn í formælið. So steðgar hann, og skrivar bara prikk, prikk, prikk, skrivar Sjúrður Skaale, sum vísir á, at í fullum líki verður m.a. Staðfest,, at eingin lóg ella sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.

- Gott hevði verið, um Høgni helt seg til allan sannleikan. Men sjálvandi: Hevði hann gjørt tað, hevði hann ikki fingið ta niðurstøðu, sum hann vil hava, skrivar Sjúrður Skaale.

Í síðstu viku var eisini galið millum teir báðar. Tá noyddist Sjúrður Skaale at enda biðja um umbering fyri at brúka vendingina ?óluksáliga frekt? um sín formann.

Bæði lesarabrøvini síggjast í fullum líki í Sosialinum í dag.