Mansliðið hjá Kyndli hevur ikki havt tað so øgiliga lætt í vetur, men í gjár bragdaði aftur hjá liðnum.
Hesa ferð vitjaði Kyndil hjá StÍF, ið var einasta liðið, sum Kyndil hevði tikið stig frá undan dystinum sunnudagin.
Og tað eydnaðist aftur hesa ferð hjá teimum grønu at gera ein vørr. Við stiginum hevur Kyndil nú togað seg ájavnt KÍF í botninum av talvuni.
StÍF misti hinvegin enn eitt fet í kapprenningini við Neistan og H71, sum nú tykjast hálvgum einsamøll í dystinum um at vinna rætt til plássið sum nummar tvey – og harvið eisini plássi í FM-finaluni.