Í Noregi er Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra aftur landsins størsti eftir at hava ligið aftan fyri Framburðsflokkin ta seinastu tíðina. Í einari nýggjari meiningakanning fær Arbeiðaraflokkurin stuðul frá 28,6 prosentum av teimum spurdu, meðan Framburðsflokkurin liggur eitt vet aftanfyri við 27,7 prosentum. Hjá Arbeiðaraflokkinum er talan um eina framgongd upp á 1,7 prosentstig samanborið við seinastu kanning, samtíðis sum Framburðsflokkurin hevur mist heili fýra prosentstig. Tað er langt niður í næsta flokk, sum er Høgri, ið fær 15 prosent.










