Lítil ivi er um, at tað framhaldandi verður Tony Blair úr Labour flokkinum, ið sleppur at ráða í Bretlandi komandi fýra árini.
Bretar fóru á val klokkan sjey gjáramorgunin, og valhølini skuldu vera opin til klokkan tíggju í gjárkvøldið.
Tá Sosialurin fór í pressuna beint efir døgurða í gjár, vistu vit av góðum grundum ikki valúrslitið. Men allar veljarakanningar benda á, at Labour við Tony Blair á odda fer at vinna ein sigur, ið helst er størri enn stórsigurin við valið í 1997, tá Labour vann 179 av 659 sessum í Undirhúsinum.
Lítil spenningur
Valið til bretska Undirhúsið verður hildið efir eitt valstríð, ið ikki hevur verið serliga spennandi. Tí gjøgnum alt valstríðið hava veljarakanningar sýnt, at Labour fór at vinna stórt fyri aður ferð, eftir 18 ára drúgt konservativt stýri fram til 1997.
Mest spennandi hendingin í valstríðnum var helst, tá varaforsætisráðharrin, John Prescott, gav einum mótmælisfólki nevan beint í høvdið, eftir at hesin hevði kastað egg eftir honum á eini vitjan í Wales 16. mai.
Hendan hendingin hevur als ikki skatt umdømið hjá Prescott ? heldur tvørturímóti.
Hevur hingið í
Hóast góðu úrslitini í veljarakanningunum, hava Tony Blair og Labour-flokkur hansara heilt fram til valið roynt at kúga vissuna um at sigra, fyri ikki at trúgv Labour-viðhaldsfólk skulu lata vera við at fara val, tí tey eru vís í, at Labour vinnur. Tony Blair vil hava øll á val og harvið tryggja sigurin.
Onkur veljarakanning hevur víst, at Labour vinnur 260 av 659 sessum í Undirhúsinum. Í 1997 vann Labour 179 sessir.