Aftur ísraelskt tyrluálop

Ísraelskar tyrlur oyðiløgdu í gjár enn eina palestinska løgreglustøð.

 

ÚTLAND

Fartekst


Bert veir dagar eftir at ísraelskar stríðstyrlur javnaðu høvuðsstøðina hjá palestinsku løgregluni í Gaza-býi við jørðina, søktu tyrlur í gjár at einari løgreglustøð har norðuri í Gaza-geiranum.

Tyrlurnar skutu fleiri rakettir eftir bygninginum, og minst fimm rakettir raktu støðina, sum eisini var miðstøð hjá lívverjuni hjá palestinska forsetanum,Yasser Arafat, teirri sonevndu Deild 17.

Bygningurin varð fullkomiliga lagdur í oyði. Einki varð sagt, at nakar hevði latið lív ella fingið skaða, men sjúkrabilar vóru at hoyra nærhendis húsunum. Eygnavitni greiddu frá, at tað eydnaðist starvsfólkunum at sleppa út, tá tey hoyrdu gangin frá teimum ísraelsku tyrlunum.

Við býin Tulkarm á Vestara Áarbakka doyðu tveir palestinar, tá ísraelskir hermenn loystu skot av eftir einum bili fyri at fáa hann at steðga. Sambært ísraelska útvarpinum skutu hermenninir fyrst ávaringarskot.

Ísraelska stjórnin samtykti sunnudagin at halda fram við álopunum, til teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir taka teir, sum skipaðu fyri sjálvmorðsatsóknunum í Ísrael. Yasser Arafat hevur gjørt greitt, at myndugleikarnir átaka sær onga ábyrgd av atsóknunum, men hann er undir ógvusligum trýsti frá Ísrael og USA, sum vilja hava hann at handtaka teir seku.

Í gjár var uttanríkispolitiski samskiparin hjá ES, Javier Solana, í Ísrael, har hann hitti Ariel Sharon, forsætisráðharra, Arafat og amerikanska semingsmannin, Anthony Zinni.