Dysturin ímillum Serbia og Týskland í kvøld gjørdist líka spennandi sum hinir báðir í millumfarinum. Endin var, at liðini spældu javnt, 21-21, eftir at Sven-Sören Christophersen javnaði í síðstu løtu fyri Týskland. Tá hevði støðan verið 21-20 í meiri enn seks minuttir, og hesa løtuna spældi týski málverjin sera væl.
Í fyrra hálvleiki var tað annars einki, sum bendi á, at dysturin skuldi blíva spennandi. Í hálvleikinum vóru serbar á odda 12-7, og eitt skifti vóru serbar frammanfyri við seks málum, 16-10. Men so komu týskarar fyri seg og javnaðu til 18-18. Tá vóru 11 minuttir eftir av dystinum.
Serbia og Týskland hava nú fimm stig í part, Pólland hevur trý stig, Danmark og Svøríki tvey, og Makedonia hevur eitt stig.