Aftur smáligt hjá partrolarunum

- Men, onkur pør fáa okkurt gott hál av og á, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

- Tey flestu partrolarapørini eru til fiskiskap. Flestu fiska upsa, og so er okkurt parið, sum fiskar svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa okkurt gott hál av og á. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Um djúpvatnstrolararnar, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at tveir fiska svartkalva, upsa og so nakað av kongafiski. Ein fiskar svartkalva og nakað av kongafiski.  

 

- Vit vænta, at tveir djúpvantstrolarar koma inn at landa mánadagin, og tann triði kemur inn at landa seinni í vikuni. Ein frystitrolari er eisini byrjaður túr. Hann fiskar eisini svartkalva.

 

Lagt verður aftrat, at restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju, men væntandi loysir onkur í næstum.

 

- Fimm trolbátar eru til fiskiskap, fýra á landleiðin og ein er vestanfyri. Teir á landleiðini landa væntandi mánadagin - og so kemur onkur seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.