Aftur sjey nevndir í Tórshavnar býráð

Tórshavnar býráð viðgjørt politiskar bygnaðarbroytingar á eyka býráðsfundi í dag.

Ein meiriluti í býráðnum í Tórshavn hevur við fyrstu viðgerð samtykt at broyta politiski bygnaðurin soleiðis, at 7 nevndir verða ístaðin fyri tær núverandi 5, samstundis sum nevndarformenn fáa greiðari ábyrgdarøki og saman við sínum fyrisitingarøki tilrættaleggja fastari og effektivari málsstýring.

 

 

Endamálið er at fáa greiðari og betri samskifti og samstarv millum politisku skipanina og fyrisitingarøkini, so mál verða avgreidd nógv skjótari og ferð kann setast á politiskar ætlanir.

 

Hesum verður boðað frá í tíðindaskrivi.

 

Styrkt verður um politiska arbeiðið við, at nevndarformenn fáa størri ábyrgd saman við umsitingi at leggja arbeiði til rættis, at fyrireika og avgreiða mál. Í hesum liggur eisini ein ábyrgd at samskipa arbeiðið millum ymisku politisku nevndirnar og millum nevnd og býráð.

 

7 býráðsnevndir

 

Tær 7 føstu býráðsnevndirnar verða eftir ætlan.

Fíggjarnevndin, sum kemur at hava hesi málsøki: Fíggjarviðurskifti, starvsfólkaviðurskifti, ognir kommununar og trygging av hesum, leigumál, sløkkiliðið, verkstaðið, interkommunalar felagsskapir sum t.d. SEV, Kommunufelag Føroya v.m., kommunuplan og yvirskipað mál sum t.d. bústaðarfígging, gransking v.m.

 

 

Tekniska nevnd, sum kemur at hava hesi málsøki: Vegir og ferðslumál, bussleið, renovatión, vatnveiting- og vatndygd, gøtuljós, kloakkir og yvirflatuvatn.

 

Byggi- og býarskipanarnevndin, sum kemur at hava hesi málsøki: Býarskipan, byggisamtyktir, útstykkingar, byggimál, lendismál, kirkjugarðar, fríðkan (viðalundir, spælipláss, gøtur) og bygningsrakstur og –viðlíkahald av øllum kommunalum bygningum og anleggum

 

Umhvørvisnevndin, sum kemur at hava hesi málsøki: Náttúru- og umhvørvi, umhvørvismál, umhvørvisátøk sum t.d. umhvørvisvikuna, frílendi, framtíðar orku, brennistøð og ruskinnsavnan v.m.

 

Heilsu- og umsorganarnevndin, sum kemur at hava hesi málsøki: Familjupolitikk, heilsu- og umsorganartænastu, fólkaheilsu og barnatannrøkt.

 

Mentamálanevndin, sum kemur at hava hesi málsøki: Fólkaskúla, forskúla, frítíðarskúla, dagstovnaøkið, námsfrøðiliga ráðgeving, ungdómsvirksemi, kvøldskúla, musikkskúla, býarbókasavn, býarsavn, mentanarhøli, stuðulsskipanir, svimjihøll, uttandura vallir, ítróttaranlegg og ítróttarhallir.

 

Vinnunevndin, sum kemur at hava hesi málsøki: Tórshavnar havn, smábátahavn, vinnubygningar og vinnuøki, oljuvinnu, fiskivinnu, ferðavinnu, cruisevinnu, handils- og tænastuvinnu, vinnunýskapan, vinnustrategi og hýruvognsloyvi.

  

Serstøk økisnevnd

 

Umframt føstu nevndirnar er ætlanin at framhaldandi at hava eina serstaka økisnevnd, sum er skipað undir fíggjarnevndini, at viðgera og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar á øllum økjum.

 

Kommunustýrisskipanin broytast

 

Endamálið við broytingini í politiska bygnaðinum er sum sagt at fáa eina effektivari málsgongd og betri avgerðir, samstundis sum vit fáa eitt greiðari og betri samskifti og samstarv millum politisku skipanina og fyrisitingarøkini.

 

Bygnaðarbroytingar krevja broytingar í kommunustýrisskipanini og skulu sostatt tvær ferðir fyri býráðið við 14 daga millumbili, fyri at verða samtyktar. Næsti fundur verður 14. August 2014.