Aftur sildadeyði í Íslandi

Fyri aðru ferð í vetur er sild í stórum tonsatali deyð inni á Kolgrafafirði á Vesturlandinum í Íslandi.

Fyrru ferð var tíðliga í desember, og tá varð mett, at talan var um eini 30.000 tons. Tað er ikki greitt, hvussu nógv sild er deyð hesaferð, men talan er í hvussu er um fleiri túsund tons.

Sildin, sum doyði í desember, var bæði feit og stór, og íslendsku bløðini skriva, at soleiðis er eisini hesaferð.

Íslendska stjórnin fer í morgin á fund at taka støðu til, hvat skal gerast við alla sildina, sum liggur deyð á Kolgrafafirði. Ein møguleiki er at brúka hana til minkafóður.