Aftur samhugaverkfall týsdagin

Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans boða í kvøld frá stuðulsverkfalli næsta týsdag, um eingin semja tá er fingin í sáttmálatrætuni millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

- Er eingin semja fingin fyri týsmorgunin hin 21. februar klokkan 07, fara Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans at lýsa samhugaverkfall við Føroya Pegagogfelag.

Lagt verður aftrat, at samhugaverkfallið verður í 24 tímar - frá klokkan 07, týsmorgunin hin 21. februar til mikumorgunin hin 22. februar klokkan 07.

- Verkfallið verður galdandi fyri allar limir í hesum feløgum, sum arbeiða undir sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Undantikin eru tó starvsfólkini á Fiskivinnuskúlanum, sum eru í vetrarfrí.

Feløgini siga í tíðindaskrivi í kvøld, at frælsi samráðingarrætturin skal virðast, og veita feløgini tí Føroya Pedagogfelag fullan stuðul í stríði tess.

Tíðindaskrivið og fráboðanin er undirskrivað av Kára Jespersen, formanni í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Hans Jacobi Kollslíð, formanni í Lærarafelag Handilsskúlans.