Tað ganga nakrir kalvar í ringum og kørum í Nesvík. Teir eru aldir á staðnum. Men umstøðurnar hava ikki verið til at fáa nakað munagott burturúr vinnuliga. Íslendingar eru farnir frá okkum og fara nú at flyta kalvayngul til Føroya at ala.
Í nøkur ár hava royndir verið gjørdar við kalvaaling á alistøðini hjá Føroya Fiskaaling í Nesvík. Úrslitini hava verið heldur misjøvn, sigur Ingolf Joensen, stjóri á Føroya Fiskaaling.
Grundirnar til ójøvnum úrslitini eru ymiskar, men mest tað, at kalvaalingin hevur verið nakað væl lægri raðfest, enn til døims laksa- og sílaalingin.
Tann nógva orkan hevur verið løgd í kynsbótararbeiði við laksi og sílum, sigur stjórin á Føroya Fiskalaing. Tað hevur so gjørt, at minni hevur verið eftir til eitt nú kalvan. Bæði fíggjarorka og arbeiðsorka.
Heldur ikki hava kringumstøðurnar til kalvaling verið tær bestu, og tað hevur í onkrum føri helst eisini kostað einum heilum árgangi lívið, sigur hann.
Kalvin er viðbrekin at fáast við, og skal eitt nú hava javnan sjóvarhita fyri at trívast.
?Vit høvdu ambitiónir um hitadepil og startfóðringarhøll, tá byrjað varð upp á hetta, sigur Ingolf Joensen. Men tað gjørdist ikki veruleiki. Tískil er ymiskt, hvussu úrslitini eru ár um ár.
Fiskaaling hevur nakrar túsund kalvar, sum verða kynsbúnir um eini tvey ár, gangandi í kørum í Nesvík. So er onkur árgangur, sum heilt manglar, Uppaftur annar ágangur er komin rímiliga væl undan. Og vil heilt væl til, kann 2005 árgangurin gerast heilt góður.
?Vit hava í dag eini 40.000- 50.000 yngul frá í ár í ringum her uttanfyri, sigur Ingolf Joensen. Og vil heilt væl til kunnu tey, um eitt ár ella so, tá tey viga eini 150 til 200 gram, setast út í ein aliring til vinnuliga aling.
Men tað er so tað, skilst á stjóranum fyri Føroya Fiskaaling. Íslendingar eru hinvegin komnir nógv longri. Men teir hava eisini lagt seg eftir at ala kalva í stóran stíl. Og so eru teir vælsignaðir við heitum vatni og góðum umstøðum annars og ikki bundnir av eini hitapumpu, sum tey kundu ynskt sær í Nesvík, men ikki eiga og tískil mugu finna seg í, at natúrliga hitalagið ger av, hvussu nógv kemur undan.









