Aftur rok á politiska gistingarhúsinum!

Í samband við truplu politisku støðuna í samgonguni, fyrst sandoyartunnilin við Gerhard, og síðan fiskidagaskipanin við Heina, tá trein Høgni H. fram á pallin og segði, at vit mugu sleppa burturúr hesum, at einstakir samgongulimir taka samgonguna sum gísil í ávísum málum, og tí var betri, at Gerhard og Heini ikki vórðu taldir við í samgongumeirilutanum

So vistu vit tað!

Seinni kemur løgmaður fram og sigur, at neyðugt er at fáa ein størri flokk við í samgonguna, so nakað var at slaka við, um onkur samgongulimur gekk egnar leiðir! So vistu vit eisini tað!

Men bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tóku ikki av tilboði løgmans, so nú skulu vit klára skerini saman við sjálvsstýriskitti. So vita vit tað!

Kortini skuldi ikki fara fleiri dagar afturum, fyrr enn miðflokkamaðurin Karsten Hansen sum fíggjarmálaráðharri kemur fram við uppskoti um at minka ríkisveitingina við 117 mió kr. í hesum valskeiði. Samgongufelagin Javnaðurin mótmælir, men afturímóti væntar Karsten sær neyðuga stuðulin frá Fólkaflokkinum fyri at fáa framt niðurskurin. Nú vita vit enn meiri um føroyskan politikk á hægsta støði!

Veruleikin hjá okkum borgarum er kortini tann, at sjálvt um vit styðja og velja ymiskar flokkar, so seta vit álit okkara á ta samgongu, ið finnur saman við neyðugum meiriluta á tingi! Men hetta, ið nú hendir, ørkimlar okkum øll.

Eg var greiður yvir fylgjurnar av, at landið gjørdist eitt valdømi, tí vit í stóran mun vildu verða stýrd av óbúnum fólkum, men at úslitið skuldi gerast so vánaligt, tað vardi meg ikki!

Sambært omanfyri nevndu viðmerkingar frá fremstu politikarum okkara helt eg meg vita, hvagar tað bar, men úrslitið sigur mær, at best er onki at vita?

Nei, hetta er ørkymlandi!