Lagt er upp til rokfund á Tvøroyri seinnapartin, tá Javnaðarfelagið hevur uppstillingarfund har Jólafriðurin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag er í vanda. Týskvøldið møttu eini 40 limir í felagnum upp til uppstillingarfund. Felagið skuldi finna tvey valevni til løgtingsvalið, eina kvinnu og ein mann. Skotið varð upp, at valevnini skuldu vera Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Nita Næs úr Hvalba. Nú hildu øll væl standa til. Men júst sum fundarfólkið ætlaði at avgreiða málið, skeyt Sverri Midjord eisini Kristin Michelsen, borgarstjóra, upp. Nú kom eldur í koluna. Jóannes Eidesgaard talaði við stórum stavum og segði hetta vera eitt misálit á seg, at skjóta Kristin Michelsen upp, tá fundurin hevði gjørt av, at tað skulu bara vera ein kvinna og ein maður. So nú var stríðsval einasti útvegur. Sverri Midjord gjørdist frá sær sjálvum, og ætlaði at rýma av fundinum, og taka sínar 300 atkvøður við sær, sum hann tók til. Men hann var rikin inn aftur. Eftir miklan orðadrátt var endin, at Kristin Michelsen tók seg av aftur listanum, tí hann ynskti ikki stríðsval millum seg og Jóannes Eidesgaard. Men hetta vildi Jóannes Eidesgaard ikki góðtaka, og fyri at ongin skuldi vera illtonktur fyri óreiðiligheit, helt hann uppá at hava enn ein uppstillingarfund. Hesin fundurin verður seinnapartin í dag, og tá verður spennandi at vita um vongurin hjá Kristin Michelsen hevur mobiliserað somikið, at tey fáa atkvøtt løgmann av listanum. Okkara keldur siga, at verður Kristin Michelsen valdur fram um Jóannes, fer felagið í spønir.