Aftur í ár verður Faroe Pride tiltak tann 27. juli í Havn. Tað er LGBT, felagsskapurin fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar, ið skipar fyri tiltakinum, sum nú er á skránni fjórða árið á rað.
LGBT boðar umvegis Facebook frá, at umframt sjálva skrúðgonguna, so er eisini nógvur tónleikur á skránni.
- Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum, skrivar LGBT á Facebook.
Í fjør luttóku omanfyri 5000 fólk í Faroe Pride tiltakinum. Tískil hava fyriskipararnir í ár avrátt at flyta tiltakið oman á Kongabrúnna í Havn.
- Hetta fer at økja um trygdina á tiltakinum og fer samstundis at geva áhoyrarunum betri pláss, siga fyriskipararnir, í skrivi á facebook.com/lgbtforoyar.
Til tiltakið á Kongabrúnni spæla Teitur, Grandma's Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius og fleiri onnur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, fer at seta Faroe Pride.
Sjálv skrúðgongan oman móti Kongabrúnni byrjar við Gundadalshøllina klokkan 16.00, har hitað verður upp. Síðani verður gingið oman gjøgnum miðbýin við kós í móti Kongabrúnni.
- Skrúðgongan er ikki einans ætla LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar, sigur LGBT.