Aftur reyður meiriluti í Danmark

Hevði fólkatingsval verið í Danmark dag, hevði andstøðan vunnið ein rættiliga greiðan meiriluta í Fólkatinginum. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum samstundis staðfestir, at veljararnir hava aftur álit á sosialdemokratiska formanninum, Helle Thorning-Schmidt, aftan á skattamálið í summar.

Kanningin, sum Green hevur gjørt fyri Børsen, vísir, at andstøðuflokkarnir høvdu fingið 94 fólkatingslimir, sum var hevði verið nú. Hinvegin høvdu Vinstri, Konservativi, Liberal Alliance og Danski Fólkaflokkurin fingið tilsamans 81 tinglimir.

Eftir kanningini høvdu Sosialdemokratarnir fingið 29,9 prosent av atkvøðunum og 53 tumboð í Fólkatingið ella átta fleiri, enn flokkurin hevur.

Konservativi flokkurin hjá teirri umstríddu Lene Espersen missir framvegis undirtøku og hevði fingið 6,6 prosent ímóti 10,4 prosentum á valinum í 2007. Flokkurin hevur landsfund um vikuskiftið.